Arsene Wenger hevur sambært bretskum miðlum bjóðað Thierry Henry ein leigu sáttmála fyri teir komandi tveir mánaðirnir. Arsenal legendan hevur ikki verið í Arsenal troyggjuni síðani í 2007.
Fraklendingurin er nú blivin 34 ár og spælir til dagliga við New York Red Bull, men MLS kappingin í USA hevur steðg í løtuni. Arsenal hevur í ár havt ávísar trupulleikar í álopinum, sum Robin van Persie nærmast einsamallur hevur loyst.
Felagið skal komandi tíðina verða uttan Gervinho og Marouane Chamakh, sum báðir skulu taka lut í Afrika Nations Cup. Tí er ein leigu sáttmáli við Thierry Henry komin upp á tal. Framherjin hevur síðani kappingin endaði í USA vant við Arsenal.
Tað er fyrr sæð, at leikarar í MLS koma til Evropa á leigu sáttmálum, tá steðgur er í kappingini í USA. Kendasta dømi er nokk David Beckham, sum royndi seg í AC Milan. Eisini Landon Donovan hevur tikið av møguleikanum. LA Galaxy framherjin er í løtuni útleigaður til Everton.
Bretskir miðlar eru ikki heilt á einum máli um hvussu støðan er, men DailyMail sigur at Arsenal hevur bjóðað Thierry Henry ein leigu sáttmála.
Arsenal legendan varð herfyri gyltur, tá Arsenal avdúkaði eina standmynd av honum uttanfyri leikvølli í samband við at tað eru 125ára síðani felagið varð sett á stóvn.