Arsenal vann umdystin ímóti Leeds

Fyrri dysturin á Emirates Stadium endaði við javnleiki 1-1. Tí var umdystur spældur í kvøld á Elland Road í Leeds. Arsenal gjørdi skjótt av og longu eftir fimm minuttir legði Samir Nasri Arsenal á odda. Tíggju minuttir fyri hálvleik økti Bacary Sagna, men bara tveir minuttir seinni minkaði Bradley Johnson um munin. Í seinna hálvleiki royndi Leeds at trýsta fyri at faa útjavnandi málið. Tað megnaðu teir ikki og í staðin var tað innskifti Robin Van Persie, ið stútaði eitt Nicklas Bendtner innlegg í mál.

 

Arsenal skal í fjórða umfari í FA Cup spæla móti Huddersfield.

 

FA Cup 3. umfar umdystur:

 

Leeds - Arsenal 1-3 (1-2)

0-1 Samir Nasri, 5

0-2 Bacary Sagna, 35

1-2 Bradley Johnson, 37

1-3 Robin Van Persie, 76