Arsenal vann á San Siro

Europa League: Arsenal fekk uppreisn – her eru øll úrslitini.

Eitt Arsenal-lið undir stórum trýsti fekk í kvøld ein kærkomnan sigur, tá ið tað í fyrru 1/8-finaluni í Europa League bleiv til ein 2-0-sigur á útivølli ímóti AC Milan. Bæði málini komu í fyrra hálvleiki, og ein væl upplagdur Mesut Özil legði upp til bæði málini - fyrst til Henrikh Mkhitaryan og síðan til Aaron Ramsey.


Eisini eysturríkska RB Salzburg hevur vunnið sær gott útgangsstøði til heimadystin við heldur óvæntaðum 2-1-sigri á útivølli ímóti Dortmund. RB Salzburg kann gerast fyrsta eysturríkska liðið, sum spælir seg í fjórðingsfinaluna í Europa League.


Seinnu 1/8-finalurnar verða spældar hósdagin um eina viku.


1/8-finalur, fyrru dystir:


AC Milan – Arsenal 0-2

Atlético Madrid – Lokomotiv Moskva 3-0

Borussia Dortmund – Salzburg 1-2

CSKA Moskva – Lyon 0-1

Lazio – Dynamo Kiev 2-2

Marseille – Athletic Bilbao 3-1

RB Leipzig – Zenit Skt. Pætursborg 2-1

Sporting Lissabon – Viktoria Plzen 2-0