Arsenal tapti kreppudystin

Tvey sjálvmál gjørdust munurin á sigri og tapi, tá Arsenal í dag tapti móti Blackburn í einum dysti, sum eisini bjóðaði upp á mál frá summarkeypum og mótmælisgongu móti Blackburn venjarinum.

 

Tað vóru tvey lið í hvørsínari kreppu, ið møtust á Ewood Park í Blackburn í dag. Blackburn sær út til at fáa torført við at yvirliva samstundis sum ónøgd breiður seg viðvíkjani nýggu eigarinum, meðan Arsenal stendur veikari í mun til hini oddaliðini í langa tíð.

 

Arsenal kom annars á odda bæði 1-0 og 2-1 við málið, ið ávíkavist Gervinho og Mikel Arteta skutu. Teir eru báðir komnir til Arsenal í summar og skulu helst avloysa Samir Nasri og Cesc Fabregas, ið eru farnir úr felagnum.

 

Fyrru ferð svaraði Yakubu aftur og seinnu ferð endaði Arsenal miðvallarin, Alex Song, við at gera sjálvmál. Yakubu, sum kom til Blackburn í summar, legaði eisini heimaliðið á odda tá ein tími var farin.

 

Løtu seinni gjørdi Laurent Koscielny somuleiðis sjálvmál fyri Arsenal og undirstrikaði eisini trupulleikarnar, ið Arsenal er í í løtuni.Marouane Chamakh minkaði um munin fimm minutti fyri tíð, men tað var ikki nokk. Arsenal hevði seinastu minuttirnar tríggjar stórar møguleikar at javan, men inn vildi bólturin ikki.

 

Premier League í dag:

 

Blackburn – Arsenal (1-2)

0-1 Gervinho, 10

1-1 Yakubu, 25

1-2 Mikel Arteta, 34

2-2 Alex Song, 50 sjálvmál

3-2 Yakubu, 59

4-2 Laurent Koscielny, 67

4-3 Marouane Chamakh, 85

 

Hinir dystirnir í dag:

 

Aston Villa – Newcastle (15:00)

Bolton – Norwich (15:00)

Everton – Wigan (15:00)

Swansea – WBA (15:00)

Wolves – QPR (15:00)

 

Í morgin:

 

Tottenham – Liverpool (13:30)

Fulham – Manchester City (15:00)

Sunderland – Stoke (15:00)

Manchester United – Chelsea (16:00)