Arsenal stevnir aftur móti meistaraheitinum

Premier League: Arsenal er nú fimm stig fremst og Liverpool livir í vónini um Champions League fótbólt

Tveir dystir hava verið í Premier League í kvøld. Arsenal vann greiðan 4-0 sigur á Everton, meðan Liverpool mátti bíða leingi til at fáa hol á í 2-0 sigrinum á Wolverhampton.

 

Arsenal hevur næstan spælt seg av við greiðu leiðsluna, sum felagið vann sær fyrr í landskappingini. Í kvøld var útsetti dysturin móti Everton. Hann skuldi vinnast, um Arsenal aftur skuldi hava luft niður til Manchester City.

 

Tað eydnaðist í besta Arsenal-stíli, tí lyklaspælararnir Gabriel Martinelli, Bukayo Saka og norski Martin Ødegaard tóku av møguleiknum og skoraðu. Teir hava verið ein týðandi partur álopsmaskinuni hjá Arsenal í ár.

 

Á Anfield var trýst á Liverpool, sum enn livir í vónini um at røkka 4. plássi og Champions League. Liverpool skuldi vinna og tað eydnaðist eisini, men tað kom ikki hol á fyrr enn eitt stórt korter fyri tíð.

 

Fyrst fekk Darwin Nunez eitt mál kolldømt, men løtu seinni kundi Virgil Van Dijk stúta Liverpool á odda. Løtu seinni økti Mohamed Salah til úrslitið 2-0. Liverpool spælir sunnudagin móti Manchester United, sum í kvøld vann 3-1 á West Ham í FA Cup.

 

1Arsenal25193356:2360
2Manchester City25174464:2555
3Manchester Utd24154541:2849
4Tottenham25143846:3545
5Newcastle231011235:1541
6Liverpool24116740:2839
7Fulham25116836:3139
8Brighton22105739:2935
9Brentford23811437:3035
10Chelsea2487923:2531
11Aston Villa24941130:3831
12Crystal Palace2469921:3127
13Nottingham F.24671118:4225
14Leicester24731436:4224
15Wolves25661318:3524
16West Ham24651323:2923
17Leeds24571229:3922
18Everton25561417:3621
19Bournemouth24561322:4821
20Southampton24531619:4118