Tveir ónavngivnir spælarar hjá enska felagnum Arsenal brustu saman í spælarabussinum eftir javnleikin ímóti norska felagnum Rosenborg mikukvøldið. Arsenal og Rosenborg spældu í Tróndheimi, og tað var vónbrot fyri Arsenal, at Champions League dysturin endaði 1-1. Og sambært norska blaðnum VG vóru tveir av spælarunum hjá Arsenal so illir um úrslitið, at teir fóru at berjast í bussinum eftir dystin. Norskir løgreglumenn og liðfelagar noyddust at leggja upp í fyri at steðga bardaganum, og sambært eygnavitnum var talan um eitt álvarsamt slagsmál. Arsenal hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini.