Fótbóltur
Arsenal kundi fara rættiliga væl nøgdir av vøllinum, aftaná fyrru hálvfinaluna á Old Trafford ígjár, sum Manchester United vann 1-0. Arsenal vóru trýstir ein stóran part av dystinum, men takka verið einum góðum málverja, Manuel Almunia og nakað av hepni, so eydnaðist tað London-liðnum at ríða ein stóran part av storminum av, og sleppa frá útidystinum við einum 1-0 tapi. Almunia bjargaði góðum royndum frá Wayne Rooney, Carlos Tevez og Christiano Ronaldo. Tað vóru bert tvær royndir, sum Almunia ikki megnaði at halda. Tá John O´Shea meddaði bóltin í netið, megnaði Almunia bert at hálvbjarga skotinum á vegnum. Almunia var eisini seldur, tá eitt kavandi skot frá Christiano Ronaldo rakti yvirleggjaran í øðrum hálvleiki. Men eingin ivi um, at Arsenal sær ein stóran møguleika at venda gongdini í heimadystinum týskvøldið, og tá verður Robin van Persie eisini klárur aftur.
Tevez framum Berbatov
Róð var uppundir, at United-venjarin, Alex Ferguson fór at byrja inni við bæði Wayne Rooney, Christiano Ronaldo, Carlos Tevez og Dimitar Berbatov. Men Ferguson valdi at byrja við Tevez, og lata Berbatov sita á beinkinum fyrst. Tevez arbeiddi sera hart teir 65 minuttirnar hann var inni. Almunia í Arsenal-málinum mátti longu vísa sínar dygdir tá hálvurannar minuttur var farin, tá hann fekk beint einum vandamiklum stútara frá Wayne Rooney út til hornaspark. Arsenal vóru trýstir, og ein duppultbjarging hjá Almunia mátti til, fyri at verja fyri atsóknum hjá Tevez. Tá 18 minuttir vóru farnir, mátti Arsenal boyggja seg fyri trýstinum. Arsenal megnaði ikki at rudda eitt hornaspark burtur. Eitt innlegg hjá Michael Carrick var avrættað av Mikael Silvestre. Bólturin endaði hjá John O´Shea, sum við einum hørðum skoti meddaði til. Skotið var so hart og gott, at Almunia megnaði ikki at steðga tí. Almunia var ógvuliga eyðsýndur allan dystin, og hann hevði eina rimmarbjarging í 28. minutti, tá Ronaldo royndi seg við einum stútara.
Frægari
Tað sá frægari út hjá Arsenal, aftaná steðgin. Og tá ein góður tími var farin hevði Emanuel Adebayor eina góða roynd, sum tó fór uppum málið. Løtu seinni skeyt Ronaldo eitt frálíkt langskot á yvirleggjaran hjá Arsenal. Almunia kundi bert standa og eygleiða bóltin tá. Arsenal-venjarin, Arsene Wenger skifti Theo Walcott og Emanuel Adebayor út, og setti Nicklas Bendtner og Eduardo á vøllin. Men teir broyttu ikki nógv uppá myndina. Men tá alt var liðugt stóð bert 1-0 á talvuni, og nógv kann henda á Emirates Leikvøllinum týskvøldið, tá Arsenal skal fram á vøllin.