FÓTBÓLTUR
Av teimum stóru liðunum hevði Chelsea lættastu uppgávuna, tá teir á Stamford Bridge tóku í móti Norwich, sum jú hevði sent Claus Bech Jørgensen og Blackpool úr kappingini frammanundan.
Chelsea læt ongan iva vera av nøkrum slag. Teir vunnu ruddiliga 4-0 við einum sjálvmáli, og so einum máli í part frá Wright-Phillips, Drogba, Essien og Shevchenko.
Tottenham fór somuleiðis sendandi víðari til fjórðingsfinalurnar. Málskjúttarnir vóru Keane og Berbatov. Teir staðfestu sínar dygdir sum áleyparar og gjørdu tvey mál hvør, men Montella í álopinum hjá Fulham eisini gjørdi vart við seg, men kanska heldur keðiliga, tá hann sá reytt fyri at langa albogan út eftir Keane móti dystarenda.
Manchester City, Watford og Plymouth gjørdu Chelsea og Tottenham kynstrið eftir, vunnu sínar dystir og komu somuleiðis víðari í steypakappingini.
Reyð vónbrot
Verri var hjá Manchester United, Arsenal og Middlesbrough.
Um vit byrja við síðst nevnda liði, so komu teir fram um sum ætlað, tá vinstri vongverjin, Arca, skoraði fyri Middlesbrough, tá hálvur tími var farin. West Bromwich javnaðu stutt fyri hálvleik, men beint sum seinni hálvleikur byrjaði var Middlesbrough aftur á odda, tá Yakubu setti eitt brotsspark í netið. West Bromwich javnaði, tá góður hálvur tími restaði, men fleiri mál komu so ikki í dystinum, sum endaði 2-2.
Manchester United fekk somuleiðis javnt í sínum dysti móti Reading, sum endaði 1-1. Michael Carrick skoraði fyri vertirnar á Old Trafford, tá dysturin var hálvrunnin. Manchester United sá eisini út at hava tamarhald á støðuni, men brádliga stóð á jøvnum, tá íslendski Gunnarsson hevði stútað eitt hornaspark í netið.
Tá restaðu góðir 20 minuttir, og í eini roynd at vinna dystin, setti Fergusson stutt eftir bæði Scholes og Larsson á vøllin. Hetta fekk tó onga ávirkan á úrslitið, og harvið endaði tað við javnleiki.
Eisini Arsenal mátti taka til takkar við javnleiki. Teir raktu ikki málið, tá Blackburn vitjaði á Emirates Stadium. Tað gjørdi Blackburn hinvegin heldur ikki, og harvið noyðast teir, eins og Manchester United og Reading og Middlesbrough og West Bromwich.










