Arsenal var aftanfyri 2-0 og nærkaðist triðja tapinum á rað, men megnaði at venda dystinum móti Tottenham til ein 5-2 sigur. Ryan Giggs spældi sín dyst nummar 900 fyri Manchester United og tryggjaði teimum sigurin í evstu løtu.
Tveir dystir hava verið í Premeir League í dag. Í London brustu Arsenal og Tottenham saman. Louis Saha og Emmanuel Adebayor løgdu Tottenham á odda, men fimm ferðir svaraði Arsenal aftur. Bakary Sagna, Robin Van Persie og Thomas Rosicky skoraðu hvør sítt áðrenn Theo Walcott skoraði tvey tey seinastu.
Manchester United vann 2-1 á Norwich. Paul Scholes legði Manchester United á odda. Grant Holt javnaði fyri vertirnar áðrenn Ryan Giggs í sínum dysti nummar 900 fyri felagið skoraði avgerandi málið í evstu løtu.
Grannauppgerðin á Emirates leikvøllinum var bara minuttir gomul, tá Emmanuel Adebayor sendi Louis Saha avstað móti Arsenal málinum. Fyrrverandi Everton og Manchester United framherjin royndi seg við skoti, ið fór umvegis ein verjuleikara og snýtti málmannin.
Tíggju minuttir fyri hálvleik fór Gareth Bale umkoll í Arsenal brotsteiginum. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, men Arsenal leikararnir vóru ikki samdir og vildu verða við, at walisin tveittir seg. Fyrrverandi Arsenal framherjin, Emmanuel Adebaoyr, umsetti trygt út ellivu metrum.
Ein løtu gjørdist stemningurin á Emirates leikvøllinum óndur og trygdarfólk máttu biðja Arsenal viðhaldsmann fara av leikvøllinum eftir at Tottenham venjarin, Harry Redknapp, hevði gjørt vart við at hann ýldi ymisk ókvæmis orð eftir honum, siga fjølmiðlar á staðnum.
Stemningurin broyttist tó skjótt. Fyrst stútaði Bakary Sagna eitt innlegg í mál og tveir minuttir fyri hálvleik javnaði ein vælleikandi Robin Van Persie fyri Arsenal. Nú varð lagið brádliga nógv betri á Emirates.
Tað skuldu bara ganga fimm minuttir av seinna hálvleiki áðrenn Arsenal legði seg á odda. Bakary Sagna legði bóltin innfyri til Thomas Rosicky, sum hegnisliga prikaði bóltin í Tottenham málið.
Theo Walcott hevur verið fyri nógvum kritikki í seinastuni, men tvær ferðir økti hann um leiðsluna úr høgru í brotsteiginum til endaliga úrslitið 5-2.
Á Carrow Road tók Norwich móti Manchester United. Ryan Giggs byrjaði inn og spældi sostatt sín dyst nummar 900 fyri felagið. Tað var ein onnur Manchester United legenda, ið legði ensku meistararnar á odda. Úr stuttari frástøðu kundi Paul Scholes stúta bóltin á mál longu aftaná sjey minuttir.
Sjey minuttir fyri tíð jvnaði Grant Holt fyri Norwich. Í tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat, tryggjaði Ryan Giggs Manchester United øll stigini við skoti tætt undir málinum. Tað eru 7666 dagar síðani Ryan Giggs spældi sín fyrsta dyst fyri Manchester United.
Premeir League:
Norwich Manchester United 1-2
Arsenal Tottenham 5-2
Stoke Swansea (15:00)
Í gjár:
Manchester City Blackburn 3-0
Chelsea Bolton 3-0
Newcastle - Wolves
WBA Sunderland 4-0
Wigan Aston Villa 0-0
QPR Fulham 0-1