Arsenal og Barcelona býttu í hendingaríkum dysti

Tað sá einki út hjá Arsenal, tá Zlatan Ibrahimovic legði Barcelona á odda bæði 1-0 og 2-0, men við málum frá Theo Walcott og Cesc Fabregas megnaði Arsenal at fáa javnleik.

 

Barcelona byrjaði dystin væl og hevði fleiri møguleikar, men serliga Manuel Almunia í Arsenal í málinum bjargaði Arsenal. Arsenal mátti gera tvær útskiftingar í fyrra hálvleiki, tí bæði Andrei Arshavin og William Gallas blivu skaddir.

 

Seinni hálvleikur var bara nøkur fá sekund gamal, tá Zlatan Ibrahimovic lyfti bóltin uppum Almunia og í málið til 1-0. Løtu seinni gjørdist hann aftur leysur í brotssteiginum og smekkaði bóltin í nettakið til 2-0.

 

Síðani gjørdi Arsene Wenger sína triðju og seinastu útskifting og sendi Theo Walcott á vøllin. Hann takkaði fyri álitið og skoraði eftir upplegg frá Nicklas Bendtner. Fimm minuttir fyri tíð fekk Arsenal brotsspark, sum fyrrverandi Barcelona spælarin, Cesc Fabregas, skoraði uppá. Liðskiparin hjá Barcelona, Carles Puyol fekk reytt kort fyri hendingina.

 

Champions League:

 

Arsenal ? Barcelona 2-2(0-0)

0-1 Zlatan Ibrahimovic(46)

0-2 Zlatan Ibrahimovic(59)

1-0 Theo Walcott(69)

2-0 Cesc Fabregas(85)

 

Inter Milan ? CSKA Moskov 1-0(0-0)

Diego Milito (69)

l