Arsenal og Aubameyang eru vinnarar av FA Cup

FA Cup: Chelsea var á odda, men skaðar, Aubameyang og eitt reytt kort spiltu ballið

Arsenal er vinnari av FA Cup 2020. Tað blivu teir við at vinna 2-1 á Chelsea á Wembley. Tað var annars Chelsea, sum kom á odda við máli frá amerikanska Christian Pulisic longu aftaná fimm minuttir.

Tá ein lítil hálvur tími var spældur javnaði Arsenal upp á brotsspark, eftir at liðskiparin hjá Chelsea, Cesar Azpilicueta, hálaði Pierre-Emerick Aubameyang umkoll. Pierre-Emerick Aubameyang umsetti sjálvur úr 11 metrum. Avgerandi málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá sami Pierre-Emerick Aubameyang snýtti verjuna hjá Chelsea og lyfti bóltin hegnisliga í málið til 2-1.

Chelsea hevði nógva mótgongd í dystinum. Stutt eftir 1-1 málið mátti liðskiparin og drúgvi verjuspælarin, Cesar Azpilicueta, av vøllinum við skaða. Løtu seinni mátti málskjúttin, Christian Pulisic, eisini av vøllinum við skaða í baklærinum.

Eitt stórt korter fyri tíð fekk miðvallarin hjá Chelsea, Mateo Kovacic, sítt seinna gula kort. Sjónbandamyndirnar tykjast vísa at miðvallarin er eitt sindur óheppin at fáa gult kort fyri støðuna. Í seinastu minuttunum mátti innskiftið Pedro eisini berast av vøllinum við skaða, so at Chelsea endaði við níggju spælarum á vøllinum.

Arsenal – Chelsea 2-1 (1-1)

0-1  Christian Pulisic, 5

1-1  Pierre-Emerick Aubameyang, 28 br

2-1 Pierre-Emerick Aubameyang, 67

Reytt kort: Mateo Kovacic, 73