Arsenal má skriva søgu

Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, sigur seg eisini hava álit á, at tað skal bera til hjá hansara monnum.

- Eg rokni við, at vit kunnu skora tvær ferðir meira enn Manchester United. Vit eru bara 90 minuttir frá finaluni, og tað hevur ovurstóran týdning í sjálvum sær. Kunnu vit skjóta fyrsta málið, er trýstið av álvara á teimum, og tí rokni eg við, at vit kunnu lyfta uppgávuna, sigur Arsene Wenger.

Arsenal hevur ikki tapt í 24 heimadystum á rað í Champions League. Manchester United hevur hinvegin ikki tapt í 25 Champions League dystum á rað.