Arsenal livir í vónini

Arsenal var í somu støðu í fjør, tá teir vitjaðu á Allianz Arena, og tá vunnu teir 2-0.

Arsenal var í somu støðu í fjør, tá teir vitjaðu á Allianz Arena, og tá vunnu teir 2-0.

 

Tá var teirra vansi, at Bayern München hevði vunnið á The Emirates 3-1, og sum kunnugt telja útivallarmál tvífalt í slíkum støðum.

 

Eisini Manchester City vann á útivølli móti Bayern München, so at tað letur seg gera er einki at ivast í.

 

Kieran Gibbs verður ikki við í dystinum í kvøld, hann situr uttan fyri við skaddum økli.

 

Áleyparin, Yaya Sanogo, hevur somuleiðis ein skaddan fót, men Laurent Koscielny er klárur aftur. Lukasz Fabianski verjur málið fyri leikbannaða Wojciech Szczesny.

 

Pep Guardiola hevur allar menn tøkar.

 

Hin dysturin í Champions League í kvøld stendur millum Atletico Madrid og AC Milan á Vicente Calderon. Atletico Madrid vann dystin á útivølli 1-0, og stendur tí við góðum kortum á hondini í kvøld.

 

Diego Costa er klárur aftur, og eisini Diego Godin og Arda Turan eru klárir eftir at hava verið leikbannaðir hjá Atletoci Madrid.

 

Hjá Milan er Mario Balotelli klárur aftur eftir at hava drigist við einum skaða í økslini.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Atletico Madrid-AC Milan klokkan 19.45 (vístur á TV3 Sport 1)

Bayern München-Arsenal klokkan 19.45 (vístur á TV3HD)