Seinasti dysturin í Premier League í dag var millum Arsenal og Liverpool, sum undan umfarinum lógu ávíkavist nummar eitt og trý. Arsenal vann 2-0 við málum, sum Santo Carzola og Aaron Ramsey skoraðu.
Oddabrak var á Emirates Leikvøllinum í London í kvøld. Arsenal var uttan Jack Wilshere og Mathieu Flamini, meðan Liverpool hevði Philippe Coutinho tøkan aftur eftir skaða. Liverpool hevði Kolo Toure, Martin Skrtel og Mamadou Sakho í miðverjuni.
Skjótt gjørdist greitt, at Arsenal hevði taktiska takið á dystinum. Teir fingu nógv pláss á miðvøllinum, meðan serliga vinstra síða hjá Liverpool hevði stórar trupulleikar við at finna seg til rættis.
Arsenal kom á odda aftaná tjúgu minuttir. Santi Carzola stútar eitt innlegg á stongina og er fyrstur á returin, og meddar bóltin í málið. Liverpool hevði onkrar møguleiakr at javan, men størsta møguleikan fekk Olivier Giroud, tá hann var púra leysur, men lyfti bóltin við síðuna av málinum.
Í seinna hálvleiki broytti Liverpool uppstilling og vinstri bakkurin Aly Cissokho, sum spældi illa, var útskiftur fyri Philippe Coutinho. Hetta hjálpti nakað fyri Liverpool, men framvegis var talan um ein dyst sum buldraði aftur og fram.
Eitt korter inn í seinna hálvleik kom flottasta málið í dystinum. Aaron Ramsey fekk pláss stutt uttanfyri brotsteigin og smekkaði til. Bóltin brast í netið aftanfyri málverjan hjá Liverpool. Flott mál.
Liverpool royndi at trýsta og hevði sínar møguleikar, men samanspælið millum Luis Suarez Daniel Sturridge riggaði ikki so væl, sum tað hevur gjørt fyrr í ár. Arsenal kundi eisini havt vunnið við fleiri málum móti endanum.
Í nógvar mátar var talan um ein taktiskan sigur hjá Arsenal og Arsene Wenger, sum nú eru heili fimm stig fremst í Premier League.
Premier League – 10. umfar:
Arsenal – Liverpool 2-0
Newcastle – Chelsea 2-0
Fulham – Manchester United 1-3
Hull – Sunderland 1-0
Manchester City – Norwich 7-0
Stoke – Southampton 1-0
WBA – Crystal Palace 2-0
West Ham – Aston Villa 0-0