Diaby gjørdist hetjan fyri Arsenal, tá hann í 72. minutti stútaði bóltin í málið eftir uppspæl í høgru. Arsenal er nú seks stig aftanfyri Chelsea, sum er nummar eitt.
Chelsea tapti fyri Everton á Goodison Park. Florent Malouda legði annars Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, men Louis Saha skoraði tvær ferðir til endaliga úrslitið 2-1 til Everton.
Manchester United fekk Nani útvístan í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki Aston Villa at gagnnýta yvirtalsstøðuna. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Manchester United eru nú bara eitt stig aftanfyri Chelsea í oddinum.
Úrslitini í kvøld:
Arsenal - Liverpool 1-0
Aston Villa - Manchester United 1-1
Blackburn - Hull City 1-0
Everton - Chelsea 2-1
West Ham - Birmingham 2-0
Wolves - Tottenham 1-0