Arsenal keypir Chelsea-spælara

Enska felagið Arsenal hevur keypt ein spælara frá kappingarneytanum Chelsea. Tað er franski spælarin Lassana Diarra, sum flytir úr Chelsea til Arsenal at spæla. Arsenal og Chelsea hava áður selt hvørjum øðrum spælarar, og í fjør var tað nógv umtalað, at Ashley Cole fór til Chelsea, og William Gallas fór til Arsenal. Diarra kann spæla høgri bakkur ella á miðvøllinum.