Arsenal hevur lænt leikara úr Real Madrid

Flytingarvindeygað er opið, og Arsenal ger um seg

Arsenal hevur lánt Dani Ceballos frá Real Madrid komandi kappingarár. 22 ára gamli miðvallarin er annar leikarin, ið Arsenal hevur heintað í summar. Umframt Ceballos hevur Arsenal keypt Gabriel Martinelli fyri slakar 50 milliónir krónir.

Dani Ceballos er ein bóltsterkur miðvallari, við serkønum førleikum í avleveringsspælinum. Ungi spaniólin er uppvaksin í Real Betis, ið er í bestu sponsku deildini. Í 2017 fór leikarin til høvuðstaðarfelagið Real Madrid fyri 80 milliónir krónir.

22 ára gamli miðvallarin fer at spæla við átta talinum á rygginum fyri London felagið komandi kappingarár, og hann sigur soleiðis um skiftið á heimasíðini hjá Arsenal:

– Eg eri sera stoltur av at koma til hetta stóra og søguliga felagið. Hetta verður ein spennandi avbjóðing, og eg vóni, at hetta verður gott fyri yrkisleið mína. Unai Emery hevði stóra ávirkan á avgerð mína, eftir at hava prátað við hann eri eg vísir í,at hann fer at menna meg sum fótbóltspælara, og eg vóni, eg kann fáa ein stóran leiklut í Arsenal.