Arsenal hevur framvegis takið á Tottenham

Tað hevur ikki eydnast Tottenham at enda frammanfyri Arsenal í nógv ár í landskappingini. Arsenal undirstrikaði í dag, at teir heldur ikki í ár eru sinnaðir at lata tað henda við at vinna 1-0 á júst Tottenham.

 

Arsenal kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Theo Walcott legði bóltin innfyri til Olivier Giroud, sum varð fyrstur á bóltin og hegnisliga við uttaru síðu av fótinum prikaða bóltin í málið í til 1-0.

 

Fyrri hálvleikur var annars javnur, har bæði liðini komu í góðar støður. Vandamiklasta støðan mundi tó verða, tá Theo Walcott enn eina ferð beiv spældur í gjøgnum verjuna hjá Tottenham. Málverjin hjá Tottenham, Hugo Lloris, kom drønandi úr málinum og var ein brotpart av einum sekundi áðrenn Theo Walcott á bóltin.

 

Seinna hálvleki hevði Tottenham bóltin meir, men hevði ilt við at koma til vandamiklar málmøguleikar. Í hinum endanum var Theo Walcott ein støðug hóttin í skjótálopunum. Einar tvær ferðir var sera nær við at heimaliðið økti.

 

Hóast Tottenham sendi nógvar bóltar inn í brotsteigin hjá Arsenal seinastu løtuna, so megnaðu teir ikki at fáa bóltin í málið. Arsenal og Tottenham hava nú seks stig í part eftir tríggjar dystir.

 

Premier League:

Arsenal – Tottenham 1-0 (1-0)

1-0 Olivier Giroud, 23

Arsenal: Szczesny, Jenkinson, Mertesacker, Koscielny, Gibbs, Ramsey, Wilshere (Flamini 43), Rosicky (Monreal 78), Cazorla, Walcott (Sagna 90)

 

Tottenham: Lloris; Walker, Dawson, Vertonghen, Rose; Capoue (Sandro 74), Paulinho; Townsend (Lamela 74), Dembele (Defoe 68), Chadli; Soldado

 

Liverpool – Manchester United 1-0 (1-0)

1-0         Daniel Sturridge, 3

 

 

WBA - Swansea 0-2 (0-1)

0-1 Ben Davis, 22

0-2 Pablo Hernandez, 83