Tað gekk sera væl hjá enska felagum Arsenal í farna mánað, og tað hevur felagið nú fingið heiður fyri.
Sum vanligt er í Premier League, verður besti leikari og besti venjari valdur mánað fyri mánað, og valið fyri mars mánað fall á teir báðar Oliver Giroud og Arsene Wenger hjá Arsenal.
Unga stjørnuskotið hjá Tottenham, Harry Kane, sum hevði vunnið tvær teir seinastu mánaðirnar frammanundan, var eisini í uppskoti, men valið fall altso á Giroud. Um Kane hevði vunnið heiðurin, so hevði hann verið fyrsti leikarin í søguni í Premier League, sum hevði vunnið tríggjar mánaðar á rað.









