Arsenal gjørdi einki við Atlético

Atlético Madrid vann 1-0 í eyðkendum stíli og er í finaluni í Europa League.

Seinnu hálvfinalurnar í Europa League hava verið í kvøld. Heima í Madrid skuldi Atlético Madrid royna at fáa samlaða sigurin eftir 1-1 ímóti Arsenal í fyrru hálvfinaluni, meðan Marseille á vitjanini hjá RB Salzburg skuldi royna at gagnnýta góða útgangsstøðið, nevniliga eina 2-0-leiðslu, frá fyrru hálvfinaluni.


Tað kom einans tað eina málið í Madrid, og hetta fekk heimaliðið. Tað var Diego Costa, sum stutt áðrenn hálvleiksbríkslið skoraði til 1-0, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Arsenal royndi at trýsta, men tað altíð so væl skipaða Atlético Madrid helt í eyðkendum stíli 1-0-sigurin og samlaða 2-1-sigurin í hús.


Á Red Bull Arena í Salzburg var neyðugt við longdari leiktíð, tí RB Salzburg megnaði nevniliga at javna 2-0-leiðsluna hjá Marseille frá fyrra dystinum við at vinna 2-0 í kvøld. Amadou Haidara og Bouna Sarr (sjálvmál) vóru málskjúttarnir, báðir í seinna hálvleiki. Í longdu leiktíðini gjørdist Rolando sigursharri, tá hann skoraði til 2-1 og sendi Marseille í finaluna.


Europa League-finalan verður spæld 16. mai á heimavøllinum hjá Lyon í Fraklandi.