Arsenal hevur keypt franska Alexandre Lacazette frá Lyon fyri áleið ein hálva milliard krónur. Arsenal hevur í fleiri umførum verið sett í samband við franska áleyparan, sum hevur skotið 129 mál í 275 dystum fyri Lyon.
Franski áleyparin er 26 ára gamal og hevur seinastu fýra árini skotið yvir 20 mál hvørt kappingarár. Arsenal hevur í fleiri førum verið sett í samband við áleypara, sum skulu passa betri inn í spælistílin enn eitt nú Oliver Giroud, sum annars hevur verið málsøkin.
Arsenal stríðist í løtuni við at halda fast í stjørnuspælaranum, Alexis Sanchez. Bóltsterki landsliðsspælarin úr Kili hevur verið settur í samband við Bayern Munchen og serliga Manchester City. So er spurningurin um hetta er ein avloysari fyri hann, ella um Alexandre Lacazette og Alexis Sanchez skulu vinna Arsenal á tindarnar aftur?










