Arsenal hevur í kvøld gjørt ein leigusáttmála við svenska miðvallaran Kim Källström, sum til dagligt spælir við Spartak Moskva í Russlandi.
Fyri kortum vóru nógvar søgur um Arsenal og týska landsliðsspælaran Julian Draxler. Arsené Wenger, venjari hjá Arsenal, sigur í dag, at tað vóru fjølmiðlarnir, ið kókaðu eina søgu burtur úr ongum. Arsenal hevur frammanundan fleiri týskarar í hópinum. Millum teirra eru Mesut Özil, Per Mertesacker, Lukas Podolski og Serge Gnabry.
Kim Källström er 31 ára gamal og hevur spælt 108 dystir fyri svenska landsliðið. Leigusáttmálin er galdandi fyri restina av kappingarárinum. Mett verður, at Arsenal við hava ein avloysara fyri Aaron Ramsey, sum er skaddur í minst seks vikur.