Arsenal Føroyar hevur aðalfund

Føroyska fjepparafelagið hjá Arsenal hevur leygardagin aðalfund í Bridgehúsinum í Havn, og aftaná verður hugt at dystinum ímóti Manchester City.

 

Arsenal Føroyar hevur nú trý ár á baki sum alment og viðurkent Arsenal-fjepparafelag í Føroyum, og umframt at skipa fyri felags tiltøkum bæði burturi og heima, tá Arsenal-dystir eru, hevur felagið eisini egna heimasíðu, har lesast kann um dystir, spælarasøgur og annað.

 

Hóast møguleikin fyri enska meistaraheitið hetta kappingarárið tykist fokin, savnast fjeppararnir trúliga um felagið, og leygardagin, 24. apríl, klokkan 15 verður árligi aðalfundur felagsins í Bridgehúsinum (gamla HB-húsinum) í Havn.

 

Aðalfundurin verður hildin sambært viðtøkum felagsins, og aftaná verður so farið oman í Café Natúr at hyggja at dystinum ímóti Manchester City, sum byrjar klokkan 17.30. Bæði skrásettir og nýggir fjepparar eru vælkomnir, boðar felagið frá.