Arsenal er úti

Kappingarárið er mest sum liðugt hjá Arsenal. Síðsti møguleikin var á Old Trafford í dag. Arsenal hevði sínar møguleikar í 1. hálvleiki, men Emmanuel Adebayor brendi nógvar málmøguleikar. Men við einum lítlum armi eydnaðist tað honum loksins at skora aftaná hálvleikssteðgin. Manchester United javnaði við máli, sum Ronaldo skoraði uppá eitt brotsspark, sum mátti takast tvær ferðir. Owen Hargreaves skoraði sigursmálið við einum sera vøkrum frísparksmáli. Hetta er triðja kappingarárið á rað, at Arsenal ikki vinnur nakað steyp. Hjá United eru ikki allar súðir syftar enn. Teir hava Chelsea á útivølli, umframt aðrar torførar útidystir.