Lutakastið til áttandaparts finalurnar í Champiuons League fór fram klokkan 11 fyrrapartin, og tað fall soleiðis út:
Manchester City-Barcelona
Olympiakos-Manchester United
AC Milan-Atletico Madrid
Leverkusen-Paris Saint Germain
Galatasaray-Chelsea
Schalke 04-Real Madrid
Zenit St. Petersburg-Borussia Dortmund
Arsenal-Bayern München
Eisini hitt enska liðið, ið gjørdist nummar tvey í sínum bólki, Manchester City, fekk ett trupult mótstøðulið, nevniliga Barcelona.
Bólkavinnararnir, Chelsea og Manchester United, fingu á pappírinum yvirkomiligar avbjóðingar í ávikavist Galatasaray og Olympiakos.
Schalke 04 skal møta Real Madrid, og tað eru teir væl ikki so fegtnir um.
Dystirnir verða leiktir 18./19. og 25./26. februar, tá nummar tvey í bólkunum hava heimavøll, og 11./12. og 18./19. mars hava eittararnir so heimavøll.










