Arsenal brynjar seg

Arsenal eru nú favorittar at tryggja sær Real Madrid áleypara, argentinska Gonzalo Higuain, eftir at Juventus nú er meira áhugað í 29 ára gamla Carlos Tevez. Tað skrivar London Evening Standard.

 

25 ára gamli Gonzalo Higuain er annar ur tí spanska, ið Arsenal hevur áhuga í. Hin er 23 ára gamli defensini miðvallarleikarin, Asier Illarramendi (myndin), ið leikar við Real Sociedad, veit Daily Mail at siga.

 

Annað gott nýtt er, at sambært The Sun avvísir miðverjuleikarin, Laurent Koscielny, áhuga frá Barcelona og Bayern München fyri í staðin at verða verandi í Arsenal.