Tríggir hava í dag verið á skránni í Premier League.
Grannauppgerðin millum Everton og Liverpool var fyrst á skránni. Í tí dystinum deildu grannarnir stigini millum sín, tí tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Bæði málini komu beint áðrenn at liðini fóru til hálvleiks.
Danny Ings legði fyrst Liverpool á odda eftir hornaspark, men lítla løtu aftaná javnaði Romelu Lukaku fyri Everton. Dysturin var sum ein grannauppgerð eigur at vera. Ferðin og intensiteturin í dystinum vóru høg, og fleiri ferðir vóru samanbrestir millum leikararnar á báðum liðunum. Dómarin, Martin Atkinson, hevði tó gott tamarhald á dystinum, og noyddist ongantíð meira enn gul kort.
Annar dysturin í dag var oddadysturin millum Arsenal og Manchester United. Og tey sum høvdu vænta sær ein spennandi oddadyst, fingu tað skjótt øðrvísi. Frá fyrsta bríksli sat Arsenal á øllum í dystinum. Teir vóru nógv meira ágangandi og sótu alla tíðina á bóltinum. Arsenal avgjørdi eisini dystin teir fyrstu 20 minuttirnar, tí teir komu nevniliga á odda 3-0 ta løtuna, sum samstundis eisini varð endaliga úrslitið.
Manchester United kom væl betur við í seinna hálvleiki, tó uttan at tað bleiv til nakað veruligt trýst.
Seinasti dysturin í dag var millum Swansea og Tottenham. Tann dysturin endaði eins og grannauppgerðin í Liverpool við javnleiki. Úrslitið varð 2-2.
Swansea var í tveimum førum á odda í dystinum, men báðu ferðirnar javnaði danski Christian Eriksen fyri Tottenham.
Úrslitini í dag:
Everton-Liverpool 1-1 (1-1)
Arsenal-Manchester United 3-0 (3-0)
Swansea-Tottenham 2-2 (2-1)