Arsenal aftur á odda

Arsenal vann seg aftur á oddasessin í Premier League í strævnu jólaskránni. Hóast teir fingu danska Bendtner riknan av vølli, so vann Arsenal 4-1 á útivølli móti Everton. Ein dystur, sum Arsenal annars hevur tapt tey bæði seinastu kappingarárini.Og tá Manchester United sama dag tapti 2-1 á útivølli móti West Ham, kundi Arsenal smoyggja sær upp á oddasessin.