Arrow Fitness keypt venjingarstøð í Klaksvík

Leygardagin keyptu klaksvíkingar fitness-støðina, sum Jákup Jacobsen seinastu árini hevur átt og rikið í Klaksvík. Tað er felagið Sp/f Arrow Fitness, sum nú eigur venjingarstøðina.

Millum teirra, sum standa aftan fyri keypið, eru KBI Sp/f, Norðborg, El-Inn, Fuglark, ÓMC saman við Erlingi Petersen og Jórun Mørkøre.

- Endamálið við keypinum er at tryggja, at vit eisini frameftir hava eina nútímans venjingarstøð í Klaksvík - eina venjingarstøð á høgum støði, sum stigtakarin til keypið, Karl Birgir Isaksen, tekur til.

Hann leggur aftrat, at nógvar broytingar og dagføringar skulu gerast á venjingarstøðini, sum heldur til í norðrara part av Kí-høllini.

Karl Birgir Isaksen heldur tað hava stóran týdning, at venjingarmiðstøðin í Klaksvík heldur fram og verður dagførd.

- Vit, sum hava keypt, vænta ikki, at hetta virksemi fer at kasta nógv av sær í pengum, men vit vilja tryggja, at hesin venjingar-og frítíðarmøguleiki í býnum heldur fram og verður dagførdur.

Aftan fyri Sp/f Arrow Fitness er ein nevnd, sum er mannað við Jan Petersen, formanni, Karl Birgiri Isaksen og Erlingi Petersen.

Stjóri í felagnum er 24 ára gamla, Rannvá Isaksen, ið kemur at hava ábyrgd og dagligu leiðsluna av venjingarstøðini um hendi.

Karl Birgir Isaksen sigur, at tey fara at skipa so fyri, at Arrow Fitness verður mannað við fólki, sum kunnu vegleiða og ráðgeva um venjing.