LIST
Kim Simonsen
????????????
Møtið við listaverkið "Boy" eftir australska listamannin Ron Mueck (f. 1958) er á ein hátt ræðandi, fremmant og óveruligt. Eg stóð leingi og nærum kikkaði eftir ondini, tí eg hevði ikki væntað, at standmyndin var so stór og skelkandi. At koma inn í ARoS bygningin er ein undurvøkur kensla, tí bygningurin er eitt umboð fyri tað vakrasta, sum modernisman í 20. øld kom at skapa. Fólk halda, at teir mest hugtakandi bygningarnir í heiminum eru gamlar kirkjur og borgir, men eg haldi at vit í okkara tíð byggja meiri visiónert enn nakrantíð. Í so máta er ARoS í familju við Operabygningin hjá dananum Jørn Utzon í Sidney og við Den Sorte Diamant í Keypmannahavn.
Something about a Boy
Standmyndin "Boy", ella Drongurin er fimm metrar høg og er gjørd við íblástri frá australsku aboriginal fólkunum. Drongurin sær út til at trívast á ARoS og smílist sum ein risa Mona Lisa. Tá man fer nær at standmyndini síggja vit, at listamaðurin hevur hugsað um alt, hvør blóðæðr og hvørt hár er sum á einum menn-iskja. Tað tók listamanninum átta mánaðir at gera standmyndina. Slíkt er góð list, ið tekur okkum á bóli og vísir okkum nakað vit ikki høvdu dugað at ímynda okkum í einum surrealistiskum dreymi. Drongurin sær út sum um hann er á varðhaldi, men tó í javnvág. Tá vit fara afturum myndina síggja vit, at hann smílist. Stílurin í slíkum myndum er ein serlig nýrealisma frá sjeytiárunum, ið vit kenna frá Claes Oldenburg, Robert Gober og Duane Hanson og seinni frá Jeff Koons. Henda nýggja sálarliga realisma minnir um special effects frá Hollywood, ið vit kenna frá filmi og sjónvarpi. Drongurin, ið vigar 500 kg hevur verið framsýndur á Millenium Dome í London í 2000 og í Biennalini í Venedig í 2001. ARoS er nú eigari av hesi hyperrealistisku standmynd, ið tó er so stór, at hon er púra fremmand.
Donsk og útlensk list
Nýggja ARoS, "o´ið" er við lítlum, leggur dent á at sýna list frá 18. øld til í dag, men vil serliga húsa ljós, ljóð og videoinstallatiónir. Í kjallarahæddini eru 9 serlig høli til hesi sløgini av list. Mest áhugaverdur var Bill Viola frá USA við verkinum "Five Angels for the Millenium", ið er ein monumental videoinstallatión, ið snýr seg um eina sublima kenslu av menniskjans fatan av vatni, ið tematiserar føðing, deyða og endurføðing.
Á ARoS er gjørligt at síggja danska list frá 1770-1900, klassiska modernismu 1900-1930 og moderna list 1930-1980 og serliga ARoS savnið frá 1980-2004. Gjørligt er at síggja gullaldarmálningar eftir C. W. Eckersberg, J.Th. Lundbye, Chr. Købke og P.S. Krøyer. Meiri modernaðar málningar eftir Edvard Veie, Olaf Rude og Oluf Høst. Mest spennandi er listin í 20. øld frá Cobra við Asger Jorn, Richard Mortensen og Robert Jacobsen, men eisini poplist, fluxus og danski Eks. skúlin. Hesturn, ið Bjørn Nørgaard limaði sundur og fylti á gløs. Stór verk eru eisini eftir Per Kirkeby. Men mest spennandi parturin av ARoS haldi eg vera nútíðarlistin, ið rúmar alt frá fotolist, til videoinstallatiónir, ljóð og ljóslist. Javnan eru skiftani framsýningar sum t.d. danskur grafikkur, popart (29 mai-5 september), Ólafur Eliasson (7 oktobur - 2. januar 2005), Wim Wenders fotomyndir. ARoS stevnir ímóti at hava stór nøvn sum danska/íslenska Ólaf Eliasson (f. 1967). Hann er í dag heimskendur frá Venedig til London og til Brasilien til Tokyo. Á ARoS er í løtuni eitt verk eftir ungu heimsstjørnuna. Eliasson arbeiðir við okkara fatanarfrøði við serligum optiskum intallatiónum, ið broyta lit og skap alt eftir, hvussu vit standa í mun til verkið.
Týska Wim Wenders kenna vit sum ein heimskenda filmsleikstjóra sum t.d. frá "Paris-Texas", ið eisini arbeiðir við einum bergtiknum eyga til USA. Amerikanska landslagið og smáir býir gerast mytisk og dragandi støð fyri okkum frá Europa. Wenders sær vakurleikan í oyðimerkrum, bensinstøðum og mannatómum landsløgum.
Føroyski veruleikin finst ikki í listini
Tá eg var á ARoS kom eg at hugsa um, hví okkara málarar frá t.d. Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Kári Svensson, Ólivur við Neyst, Amariel Norðoy, Torbjørn Olsen altíð skulu arbeiða við føroyskum landsløgum, hví vit altíð skulu hóma fuglar, fjøll, havið og skip í myndunum og eitt serligt føroyskt farvuspæl hjá nærum øllum hesum listafólkunum, um tey so eru abstrakt sum Ingálvur av Reyni. Av og á sakni eg, at eldra ættarliðið av listafólkum og tey yngru, ið tó ganga aðrar vegir, kastaðu seg yvir gerandisdagin, ella ljós, ljóð og videoinstallatiónir. Hví hevur eingin málað fremmandageringina í andlitunum á flakafólki? Fólk á ellsiheimum, tey deyðu í ferðsluni í Føroyum. Hví hevur eingin, sum ein annar føroyskur Edward Hopper víst á fremmandagerðing og einsemi í okkara tíð á bygd, Mikines og Ruth Smith eru tó undantøk? Hví málar eingin eina ESSO-støð á nátt, eina bensinpumpu, ger papmasje standmyndir av vanligum børnum, bingokonum, prætikantum og fantastum- hví er alt sama suppan, hví er eingin munur á tema og evni hjá nærum øllum málarum? Tá danski fotografurin Per Folkver var í Føroyum tók hann myndir av øllum øðrum enn tí, ið føroysk myndlist hevur haft áhuga fyri í fleiri ættarlið. Hann sær bilar, bussar, ung fólk á Vaglinum ið fríggja har onnur halda møtir ella flaggdagshald. Hesin fotografurin punkterar helst, hvussu føroyingar síggja seg sjálvar, slíkt er góð list. At vísa okkum fyri tíggju túsundu ferð, hvussu ein føroyskur hamari ella ein alda sær út í sól og regni er óluksáligani keðilig list, um so Amariel altíð fær kroyst mastrar inn í hvørja mynd. Føroysk list er kanska meiri enn vit halda skapt av útlendingum, ið eins og Søren Ryge Petersen vilja hava okkurt serligt reint og upprunaligt og kanska okkurt semiabstrakt "náttúru eitt ella annað", men hesi hava ongan áhuga í gerandisdaginum, lívinum og eksistentiellum temaum. Skal ein føroyingur fáa góð ummæli í Danmark skal hann nærum umboða hetta "føroyakitsj" sum Tróndur. Er hetta føroysk list, so er uppá tíðina at tey ungu gevast at gera "føroyska list" og skapa eina meira fjølbroytta listaheim og lata berg og brim hvíla eina løtu. Kanska ein ferð niður at vitja ARoS kann vísa, hvat eg meini við.
???????
FAKTA
Sjálvur bygningurin er bygdur í reyðum múrsteini. Hann liggur nær við kenda Tónleikahúsið í Århus. Sjálvt um bygningurin ikki uttan er nakað serligt at hyggja eftir, tað sær út til at Århus ikki vil hava ein bygning, ið líkist frá, so er hann ótrúliga flottur innan. Eg haldi ikki, at hann er nakað serligt at lýta á uttan, men innan er tað sum at vera farin ein túr á Guggenheim í New York ella á Neues Gellei í München. Hvítu trappurnar, lyfturnar og flottu svungnu fasadurnar er stórfingin byggilist. Hetta er best dámdi listaskálin í Danmark í løtuni seinasta mánaðin hava 50.000 fólk vitja ARoS.
Århus Kunstmuseum hevur ligið í fýra ymiskum bygningum og er frá 1859. Listaskálin kostaði 306 milliónir krónir. Húsið er fýrakanta og er bygt sum ein 52x52m bygningur við eini hædd, ið er 39m. Í húsinum er nærum 7000 m2 gjørt til framsýningar. ARoS hevur eisini eina matstovu, kafeteria, bókasavn, handil og eina takaltan, ið er 2000m2. Ny Carlsbergsfondet hevur givið 40 milliónir krónir. Århus Amt gav grundina og eitt rentu og avdráttarfrítt lán uppá 60 milliónir