Fyrr í heyst ljóðaði, at Aron Jarnskor Ellingsgaard ikki fór at halda fram í barndómsfelagnum Víkingi.
Nú er hetta broytt, tí Víkingur skrivar í dag, at felagið hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Aron Jarnskor Ellingsgaard.
Víkingur skrivar soleiðis:
Hart arbeiðandi miðvallarin hevur higartil einans umboðað Víking, og hóast tað hevur ljóðað, at hann fer at royna seg aðrastaðni, so er tað við gleði, at vit kunnu kunngera, at Aron eisini tvey tey komandi árini verður ljósabláur, skrivar Víkingur.
Sambært FaroeSoccer hevur Aron Jarnskor Ellingsgaard spælt 82 landskappingardystir og skorað fýra mál í bestu landskappingini, og 10 ferðir hevur hann verið á liðnum í altjóða dystum.











