Aron er norðurlendskur meistari

Aron D. Jacobsen hevur í dag framt eitt satt fimleikabragd, tá tað eydnaðist honum at gerast norðurlendskur meistari í beinsveiggj í kappingini Nordic Championship í Oslo.

 

Tað skrivar Havnar Fimleikafelag.

 

Í gjár vann hann innleiðandi kappingina og streyk beint í finaluna, sum tað eydnaðist honum at vinna í dag.

 

Aron fekk 13.600 stig og næstur honum var finskur íðkari sum fekk 13.533 stig.

 

– Vit eru sjálvandi sera errin av okkara Aron, sum er búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum og venur við Gefion. Um vikuskiftið hevur hann luttikið í NM fyri føroyska landsliðið, skrivar Havnar Fimleikafelag.

Venjari hjá monnunum á føroyska landsliðnum er Andreas Peter Bøgebo.