Arnold við aðru sextet fløguni

Arnold Ludvig Sextet hevur júst vitjað ó Grønlandi. Onnur fløgan hjá sextettini verður alment útgivin á konsert í morgin.

Onnur flogan hjá Arnold Ludvig Sextet er komin. Í morgin verður almenni útgávudagurin í Føroyum. Hetta hendir við konsert í Tutl handlinum í Havn í morgin klokkan 16.

 

Arnold Ludvig og hansara manning hava júst verið á ferð í Grønlandi, har bólkurin spældi í Nuuk.

 

Arnold Ludvig er úrmælingur á bassinum og er ein av kendu limunum í bólkinum Plúmm, ein bólkur av smádrongjum í Havn síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Teir mentu seg skjótt til at standa millum fremstu tónleikarar og sermerkt er, at teir allir í dag er yrkistónleikarar og teljast millum teir bestu í landinum.

 

Arnold hevur savnað sær manning uttanfyri landoddarnar til bólk sín Arnold Ludvig Sextet. Hetta er onnur fløgan frá jazzbólkinum og nevnist hon Iceland.