Arnold Vegghamar er listamaður av Viðareiði, hann hevur málað síðan hann var heilt ungur, og hevur havt nógvar framsýningar bæði úti og heima. Hann verður nú 88 ára gamal, og málningarnir hava ongantíð verið betur umtóktir enn nú.
Myndir hansara myndprýða veggir víða um, og hevur hann selt til m. a. Fríðrik kong og Mary drotning, niðurlendska konsulátið í Danmark og Listasavn Føroya.
Vegghamar fevnir breitt í motivum, og hóast ikonisku fýrakantaðu húsini eru tað, ið flest fólk hugsa um, tá tey hoyra navnið Arnold Vegghamar, so er hann eisini kendur fyri náttúrumyndinar av hamrum, urðum og lendingini á Viðoynni.
Tá Vegghamar málar er tað ikki vanligar natúralistiskar landslagsmyndir, men heldur surrealistiskar tulkingar, ið lýsa upplivingina og kenslurnar av náttúruni. Somuleiðis er hann seinnu árini farin undir at víðka listarligar sjónarringin og málar eitt nú sjálvsmyndir, portrett og kettumyndir.
– Ferinisering verður leygardagin 1 . mars kl 16.00-18.00, øll eru vælkomin, skriva tey úr Gallarí Havnará.
##med2##
Framsýningin er opin hvønn dag fram til 15. mars frá kl. 16.00 til 18.00