Arnold Vegghamar í Focus

Fríggjadagin 31. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá listamanninum Arnold Vegghamar upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Talan er um eina 70 ára føðingardagsframsýning. Arnold Vegghamar hevur fylt 70 ár í ár. Hann er føddur í 1937, er útbúgvin silvur- og gullsmiður og býr á Viðareiði.

Í Føroyum hevur Arnold Vegghamar m.a. havt stakframsýningar við málningum í Listaskálanum og verið við á Várframsýningum. Í Danmark hevur hann m.a. sýnt fram í Sønderborg, Hirtshals og í Galleri Sct. Gertrud í Keypmannahavn.

Framsýningin verður opin til 13. september, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.