Filmsleikarin Arnold Schwarzenegger er væl umtóktur sum guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia.
Ein kanning vísir, at 65 prosent av kaliforniska fólkinum eru nøgd við tað, sum hann hevur fingið frá hondini, síðani hann gjørdist guvernørur, og so stóra undirtøku fingu teir báðir seinastu í guvernørstarvinum, Pete Wilson og Gray David, ongantíð, skrivar Aftenposten.
Tað er hinvegin ikki vist, at hann fer at varðveita ta stóru undirtøkuna. Búskapurin í Kalifornia er illa fyri, og Schwarzenegger hevur sagt, at skal hallið á fíggjarlógini, sum er 14 milliardir dollarar, fáast burtur, er einki annað at gera uttan at hækka skattin. Tann avgerðin verður neyvan væl dámd ímillum veljararnar og fer uttan iva at ávirka umdømið hjá guvernørinum, skrivar Los Angeles Times.