Arnold skiftir til ÍF

Arnold Joensen og ÍF hava gjørt avtalu um, at klaksvíkingurin í ár skal spæla fyri fuglfirðingar

Um vikuskiftið kom tað fram, at Arnold Joensen og KÍ høvdu strikað seinasta árið av sáttmálanum millum partarnar. Arnold vildi ikki ganga undir tær treytirnar, sum vóru galdandi á besta KÍ-liðnum, og tí gjørdu partarnir í semju av at steðga samstarvinum teirra millum.
Fleiri feløg vóru áhugað í at fáa Arnold at spæla fyri seg, og í gjárkvøldið fall avgerðin um, at Arnold Joensen spældir við ÍF hetta kappingarárið.
Arnold hevur spælt í bestu fótbóltsdeildini síðani 1991, tá hann var 16 ára gamal, og hann hevur fyri tað mesta spælt í KÍ. Eitt skifti var hann tó á Toftum og spældi.
Nú skal álopssinnaði miðvallarspælarin royna seg í reyðu troyggjuni hjá ÍF, og har verður hann liðfelagi við teir aðrar klaksvíkingar, sum eru farnir til Fuglafirðar at spæla í ár. Teir eru málmaðurin Karstin Joensen og útispælarin Julian Samuelsen.