Bassleikarin Arnold Ludvig er ávegis við eini jazzfløgu. Arnold Ludvig Sextet nevnist manningin og fløgan hevur heitið Voyages.
Arnold telist millum fremstu bassleikarar og hann er í Føroyum eisni kosin landsins besti bassleikari við AME í 2005.
Kendur er hann úr eittnú Plúmm og Føstufressum, og hann hevur saman við Annu Iachino bólkin MonkeyRat.
Arnold Ludvig Sextet telur Arnold Ludvig, bass Simon Spang, saxofon, Marianne Bitran, floyta, Alain Apaloo, guitar, Marko Martinovic, tangentar, Niclas Campagnol, trummur.
Meira verður óivað at frætta um komandi útgávuna, sum Tutl gevur út, í næstum, men fyribils ber til at forvitnast á arnoldludvigsextet.webstarts.com/index.html








