Arnold Joensen til LÍF

Klaksvíkingurin, Arnold Joensen, hevur skrivað undir sáttmála við 1. deildar felagið LÍF fyri komandi kappingarár.

Tað skrivar almenna heimasíðan hjá leirvíksliðnum. Arnold Joensen er 32 ára gamal. Hann er uppvaksin í Klaksvík og hevur spælt nógv av sínum vaksna fótbóltslívið í KÍ. Seinastu árini hevur hann tó eisini roynt seg í bæði B68 og ÍF, og nú skal hann so royna seg í LÍF. Hetta er fyrsti leikarin, LÍF hevur gjørt sáttmála við síðani kappingarárið í fjør endaði. Heimasíðan hjá LÍF skrivar, at felagið fegnast um sáttmálan og roknar við, at Arnold verður ein styrkur fyri liðið.