Ofta verür sagt, at ilt er at velja besta sangara, guitarleikara ella annað innan tónleik. Fáur ivast tó í, at Arnold Ludvig stendur fremst, ella millum teir fremstu í Føroyum, tá um bassleikarar ræður. Hann hevur eisini fingið heiðurin at verið útnevndur landsins besti í Norðurlandahúsinum fyri nøkrum árum síðani.
Arnold gav fyri stuttum út solofløgu, har hann saman við bólki sínum spælir jazz.
Men í morgin fer Arnold einsamallur á pall í Tutl á gongugøtuni í Havn.
Talan er um eina forkunnuga konsert, tí bassurin er ikki so ofta at hoyra einsmallur, ella sum sololjóðføri.
Konsertin byrjar kl. 16.










