Arnold aftur til filmin

Arnold Schwarzenegger, sum júst er farin frá sum guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia, fer eftir øllum at døma at taka sítt gamla arbeiði sum filmsleikari uppaftur. Í fyrstu atløgu bendir alt á, at Arnold Schwarzenegger skal spæla við í filminum With Wings as Eagles. Filmurin er um ein týskan hermann undir seinna heimsbardaga.

Schwarzenegger, sum fyllir 64 seinni í ár, ásannar, at hann fer neyvan at spæla teir leiklutir, sum hann plagdi at hava fyrr, men at hann noyðist at hava aldurin í huga, tá hann fær tilboð um leiklutir.

Sjálvur heldur hann, at tað eigur at bera til og vísir á, hvussu nógv Clint Eastwood hevur fingið á skaftið tey seinnu árini.