Árni skal fylgja við politikarum

Hann fer nú at skriva um politikk í Sosialinum og her fer hann at hava eyguni við tí, okkara politikarar fáast við

- Vit kunnu flenna ella gráta um okkara politikarar. Men vit hava sjálvi valt teir, og vit sleppa ikki undan teimum og avgerðirnar teir taka, hava avgerðandi týdning fyri hvønn einstakan av okkum.

 

Og nettupp tí hevur tað eisini stóran týdning, at fylgja við í, hvat teir gera.

 

Tað staðfestir Árni Gregersen, fyrrerandi blaðstjóri, sum nú fer at hava fast pláss í Sosialinum, har hann fer at skriva um politisk viðurskifti.

 

Seinastu tíðina hevur Árni Gregersen havt tíðindaportalin, ting.fo, har hann hevur skrivað tíðindi, mest um politikk, men eisini eitt sindur um vinnulív.

 

- Men eg eri fegin um at hava fingið møguleikan at hava ein fastan teig í Sosialinum eisini, har eg fari at skriva um politisk viðurskifti, sigur hann.

 

Tað skerst ikki burtur, at viðhvørt var tónin ímillum Dimmalætting og Sosialin eitt sindur hvassur, tá ið Árni var blaðstjóri, men tað hava hvørki hann, ella Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, fortreð av.

 

- Tað, sum er farið, er farið.  Nú er ein nýggj støða, og nú er at koma víðari, siga teir báðir.

 

Árni Gregersen sigur, at hann er til staðar í Løgtinginum á hvørjum tingfundi og av tí sama er hann nærri politisku skipanini, og politikarunum, enn nakað annað tíðindafólk í Føroyum, sum bara eru í Løgtinginum av og á, tá ið heilt serlig mál eru til viðgerar.

 

- Tað gevur mær eisini eitt serlig innlit í tað, sum rørir seg í føroyskum politikki, sigur hann.

 

Árni Gregersen heldur, at tað er gott, at Sosialurin leggur dent á politisk viðurskifti.

 

- Allar avgerðir, sum verða tiknar í politikki, hava ógvuliga stóra ávirkan á gerandisdagin hjá hvørjum einstøkum av okkum, kanska ikki beint nú, men í øllum førum sum frálíður.

 

- Tí eru tað, sum fyriferst í politikki, ómetaliga spennandi, sigur Árni Gregersen.

 

Í hesum sambandi fer hann at taka ávís áhugaverd, politisk evni upp í Sosialinum og at meta um, hvussu tað fer at ávirka okkum.

 

Men tað er als ikki óhugsandi, at hann fer at vera at hoyra á Rás2 av og á, har hann fer at gera viðmerkingar til politisk mál, sum eru uppi í tíðini.

 

Fyrstu greinarnar hjá Árna Gregersen, eru í Sosialinum nú í dag.