Føroya Verkfrøðingafelag hevði aðalfund í hølum felagsins mikudagin 3. juni. Fundurin var merktur av korona støðuni, og limir høvdu tí eisini møguleika at fylgja við fundinum á internetinum.
Rættiliga nógv virksemi hevur verið hetta árið. Skipað var fyri einum politiskum valfundi um samferðslu og orkuviðurskifti, umframt at fleiri faklig tiltøk hava verið kring landið fyri limirnar.
Avtala er eisini gjørd við donsku heimasíðuna Ingeniøren (www.ing.dk), so limir í felagnum nú hava atgongd til alt innihaldið á síðuni.
Á aðalfundinum vóru Arni Petersen og Lovisa Petersen Glerfoss vald í nevndina, og Óluva Vang var vald sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstformanni, Fríðriki Heinesen sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi og Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum.
Nevndin vil seta fokus á verkfrøðiyrki. Við at skapa eitt fakligt rúm fyri verkfrøðingar við ymiskum fakligum tiltøkum, fáa limir møguleika at luttaka og at byggja góð netverk við aðrar verkfrøðingar í landinum. Tískil var eisini latið upp fyri á aðalfundinum, at verkfrøðingar, ið arbeiða innan onnur sáttmálaøki og verkfrøðingar, ið arbeiða uttanlands, kunnu hava ein atknýttan limaskap í felagnum, har høvi er at luttaka til sosial og faklig tiltøk í felagnum.