Farna árið hevur verið merkt av koronastøðuni á tann hátt, at tað hevur verið trupult at savnast til tiltøk. Árliga ólavsøkuhaldið var tó eitt undantak har 50 gestir vóru á gátt.
Á aðalfundinum vóru Gunn Hanusardóttir Møller, Súsanna Berg og Bjarni Petersen vald í nevndina. Albert Pætursson var valdur sum tiltakslimur.
Eftir aðalfundin skipaði stýrið seg við Arna Petersen sum formanni, Lovisu Petersen Glerfoss sum næstforkvinnu, Gunn Hanusardóttir Møller sum skrivara, Bjarna Petersen sum kassameistara, Súsannu Berg sum nevndarlimi, Albert Pætursson og Óluvu Vang sum tiltakslimum.