Løgmaður hevur gjørt av, at Árni Olafsson, ið síðan várið 1994 hevur verið formaður í oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins, fer úr nevndini.
Hetta stigið er tikið við tí í hyggju, at Árni Olafsson frameftir burturav skal arbeiða við spurninginum um landgrunsmarkið millum Føroyar og Bretland. Sum nevnt undir løgtingsviðgerðini av uppskotinum til lóg um kolvetnisvirksemi, leggur løgmaður stóran dent á, at marknamálið verður loyst. Hetta verður nú undirstrikað av, at formaðurin í teirri nevnd, ið samráðist um markið, ikki samstundis hevur ábyrgdina av fyrireikingunum til oljuleiting.
Sambært avtalu millum uttanríkisráðið og landsstýrið hevur Árni Olafsson síðan várið 1993 havt farloyvi úr uttanríkisráðnum fyri landsstýrisins vegna at standa á odda fyri føroysku/ donsku nevndini, ið samráðist við Bretland um landgrunsmarkið.
Løgmaður hevur nýtt høvið at takka Árna Olafssyni fyri hansara arbeiði í oljuráðleggingarnevndini.
Arne Poulsen er tilnevndur formaður í oljuráðleggingarnevndini, og samstundis er Petur Alberg Lamhauge tilnevndur nevndarlimur.