Árni Olafsson 80 ár

Í dag  fyllir Árni Olafsson 80 ár. 

 

Árni varð føddur suðuri í Vági tann 25. apríl 1942, sonur Halldor Olafsson og Lenu, fødd Danielsen. Hann er giftur við Annu fødd Jo­hannesen, á Skála. Tey eiga dótrina Malan.

Árni tók realprógv í Vági í 1958 og studentsprógv í Havn í 1960. Foreldrini fluttu til Havnar, so Árni búði barnaárini í Vági og ung­ dómsárini í Havn. Hann man longu tíðliga hava havt hug at leita út um eing jargarðarnar, tí hann fór á málskeið í Ong­landi, áðrenn hann fór at lesa víðari. Tað var ikki so vanligt tá á døgum sum nú, og eiheldur var nógvur pen­ingur at fáa til tílíkt. Hann hevur fortalt, at hann fekk fimmhundrað krónur í studningi frá landsstýrinum, og at tað gjørdi góðan mun.

Í 1980 fekk Árni far­loyvi frá starvinum í uttanríkis­ ráðnum og tók við sum skrivstovustjóri í landsstýr­inum saman við Johan Djur­huus. Árni tók sær serliga av fíggjarmálum og fiskivinnu­samráðingum, sum hann var serliga skikkaður til við síni fíggjarligu útbúgving og starvi í danska fíggjarmála­ráðnum, eins og royndunum í uttanríkismálaráðnum. Hetta starvið røkti Árni inntil 1984, tá hann fór aftur í starvið í uttanríkisráðnum. 

Lívsyrkið hjá Árna kom tískil at vera sum serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum. Her hevur hann havt um hendi eitt ótal av uppgávum, sum snúgva seg okkara viðurskifti við umheimin. Millum hesar hava verið millumlandasamráðingar av ymiskum slag.

Ein tann týdningarmesta uppgávan man hava verið, tá ið hann var samráðingarleiðari, tá tingast var um ”oljumarkið” millum Føroyar og Bretland. Hesar tóku langa tíð og leingi stóð í botni, og vónirnar vóru ikki ov góðar fyri semju. Men samráðingarnar endaðu kortini við eini semju, sum føroyingar vóru væl nøgdir við, og sum Árni átti høvuðsæruna av. Henda semjan var fortreytin fyri teirri leiting eftir olju, sum vit hava havt síðan tá, og sum eina ferð man fara at geva úrslit.