Árni Grunnveit Olsen verður eisini partur av EB/Streymi komandi kappingarár. Tað er greitt eftir at partarnir í gjárkvøldið undirskrivaðu tvey ára sáttmála.
- Sum kunnugt spæla vit í 1. deild í ár, men mál okkara er at vinna okkum sæti aftur í bestu deildini, helst longu komandi ár. Vit ætla eisini at byggja á egið tilfar, og tí er eitt mál okkara at gera tvey ára sáttmálar við egnu leikarar okkara, so vit hava trygt grundarlag at byggja á, skrivar EB/Streymur á heimasíðuni.
Árni, sum er uppvaksin í felagnum, spælir fyri tað mesta á vinstra bakki. Í fjør spældi hann við í 25 dystum fyri besta liðið.











