Heini Vatnsdal, ið til dagligt spælir við danska felagnum Fremad Amager, hevur givið avboð til landsliðsdystin í næstu viku. Tað skrivar FSF á síni heimasíðu.
Miðvallarin má geva avboð, tí hann meiddi sær fótin í dysti um vikuskifti. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Árna Frederiksberg úr NSÍ til landsdystin.
- Vit vóru spentir at hyggja nærri at Heina Vatnsdal, nú hann roynir seg í næstbestu deildini í Danmark. Men Heini meiddi sær fótin í dysti um vikuskifti, og verður tíverri ikki tøkur til landsliðið hesaferð, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við FSF.fo.
- Sum vit hava skilt, so hevur Heini spælt væl í Fremad Amager. Nú vóna vit bara, at skaðan ikki verður alt for drúgvur, sigur Jóannes Jakobsen.

Mynd: Fsf.fo
Árni avloysir Heina á landsliðnum

Mynd: Fsf.fo

Mynd: Fsf.fo