So er málningaframsýningin hjá Arngerð Joensen í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju klár.
Hetta stendur m.a. at lesa á fb-vanganum hjá hoyvíkar Kirkju. Víðari verður m.a. sagt, at Arngerð hevur m.a. málað eina nýggja forvitnisliga altartalvu, sum er við á framsýningini.
Um myndina verður sagt, at her eru Arngerð Joensen og maðurin Sólmundur avmyndað í kirkjukjallaranum beint eftir at liðugt var at hanga málningarnar upp.