Mánadagin 21. juni klokkan 15 letur upp framsýning við staðanøvnum í Vágs kommunu, og framsýningin verður í Miðlatúni fram til leygardagin hin 3. juli.
- Í november í 2020 byrjaði spennandi verkætlanin hjá Arnfinni Thomassen og Arnfinni Bjarkhamar at skráseta staðanøvnini innangarðs í Vági. Teir báðir hava eitt nú tosað við eldri borgarar og fingið ymisku staðanøvnini í Vági skjalfest.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at hetta arbeiðið nú er komið undir land. Tí vilja Arnfinnur og Arnfinnur nú bjóða almenninginum at síggja úrslitið.
- "Okur eiga øll staðanøvnini, og tí er náttúrligt, at øll verða við til at gera sína ávirkan galdandi og koma við viðmerkingum”, siga teir báðir, Arnfinnur Thomassen og Arnfinnur Bjarkhamar.
Á framsýningini verða nakrar av søgunum um staðanøvnini at síggja, og í samband við tiltakið verða Arnfinnur og Arnfinnur eisini at hitta í Miðlatúni hesar dagar: Mánadag (15-18), mikudag (14-16) og leygardag (12-14).











